Sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur ella ergoterapeutur til Móttøkudeildina í Tórshavn og til Bú- og viðgerðarstovn á Argjum

Almannaverkið


Almannaverkið sóknast eftir sjúkrarøktarafrøðingum við psykiatriskum royndum, námsfrøðingum ella ergoterapeutum til Móttøkudeildina í Tórshavn og til Bú- og viðgerðarstovnin á Argjum. Vit ynskja starvsfólk, sum eru umsorgarfull, og sum hava áhuga og vilja at geva námsfrøðiligan stuðul og viðgerð, soleiðis at børnini mennast sálarliga, sosialt og kropsliga

Um størvini
Eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja 01.02.2020 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er á Móttøkudeildini í Lágni. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið og 3. hvørt vikuskifti.
Eitt starv á 20 tímar um vikuna at byrja 01.02.2020 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er Bú- og viðgerðarstovnur á Argjum. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið og ávikavist 2. og 3. hvørt vikuskifti.
Útbúgving

Sjúkrarøktarafrøðingur við psykiatriskum royndum, námsfrøðingur ella ergoterapeutur. Arbeiðsroyndir innan umsorganaryvirtøku av børnum og ungum, kann verða ein fyrimunur.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar. Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum og at tey fáa eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.

Á stovninum verður arbeitt mennandi og fyribyrgjandi. Dentur verður lagdur á m.a. “Low arousal sosialnámsfrøði” í umhvørvinum, í samveruni og í relatiónini. Støðið verður tikið í, at starvsfólk taka ábyrgd av relatiónini, við at seta seg inn í sálarligu, sosialu, kropsligu og kognetivu menningina hjá barninum. Harumframt snýr arbeiðið seg um at seta seg inn í avbjóðingar og atferð og út frá tí finna loysnir og arbeiðshættir, sum eru tillagaðar til tað einstaka barnið, m.a. við at nýta visuell amboð at skipa gerandisdagin. Ein partur av arbeiðinum er at luttaka í tiltøkum og spølum, sum børn annars dáma, so sum borðspøl, fysiskum tiltøkum og svimjing.

Væntanir til umsøkjarar
Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri, og at tú leggur til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.

Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir, eru tolin, hava jaliga menniskjafatan og við viðurkennandi atburði, fáa børnini at kenna seg virdan og tiknan í álvara.

Væntað verður, at umsøkjarin hevur KT-førleikar á brúkarastøði og evni at skjalafesta arbeiðið. Somuleiðis verður væntað fleksibilitetur, tá tað kemur til arbeiðstíðirnar.

Neyðugt er at hava koyrikort.

Um Eind 10
Eind 10 í Trivnaðardeplinum er bú- og viðgerðarstovnur, ið virkar samsvarandi barnaverndarlógini. Vit arbeiða eftir uppgávum, sum Barnaverndartænastan bíleggur frá okkum. Í eindini er Móttøkudeild, Familjudeild og 2 bú- og viðgerðarstovnar. Sí nærri kunning um Eind 10 við at trýsta her

Setanar– og lønarviðuskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum – Eind 10. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið ella Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 06.01.2020 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara á telefon 297426, Sunrid á Borg leiðara, á tlf 297496 ella Harriet Durhuus leiðara, á tlf. 297436.



Les meira