Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til Heimarustovu á Lágargarði

Tórshavnar kommuna


Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Heimarustovu á Lágargarði, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova, ið hava 16 búpláss hvør. Handarastova er deild fyri minnisveik, og Heimarastova og Miðastova eru røktardeildir. Umframt búplássini er stórkøkur, ið veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

Søkt verður eftir:
einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið.
einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir, og triðja hvørt vikuskiftið.
einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og triðja hvørt vikuskiftið.

Dentur verður lagdur
Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering og geriatri
At miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
Hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
Góðan telduførleika
Prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari

Vit bjóða tær
ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni
eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Meira fæst at vita
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Christu Niclassen, deildarleiðara, á tlf. 226718 ella teldupost christan@torshavn.fo

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett frá 1. februar 2021 ella skjótast tilberð, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: »Røktarstarvsfólk til Heimarustovu«.

Umsóknarfreistin er 3. januar 2021.



Les meira