Samstarv í samband við uppgávuskriving

Klaksvíkar kommuna


Lesandi eru vælkomin at brúka empiri og/ella problemstillingar, sum Klaksvíkar kommuna hevur á ymsu økjunum

Kommunan er sinnað at leggja oyra til hugskot og ætlanir hjá teimum lesandi, og vil fegin sparra um møguleikar fyri samstarvi við útgangsstøði í hugskotum, sum tann lesandi hevur frammanundan.

Nógvar av verkætlanunum, sum Klaksvíkar kommuna stendur fyri ella tekur lut í, innihalda eina ørgrynnu av empiriskum tilfari, eitt nú tekningar, ætlanir, kanningar, kanningarúrslit o.s.fr. Hetta tilfar er tøkt at brúka til uppgávur í so stóran mun, sum tað ber til. Eisini hevur kommunan orðað politikkir og virðir á ymsum økjum, og við útgangsstøði í hesum eru lesandi vælkomin at arbeiða við hugskotum og átøkum, sum kunnu fremja samtyktu ætlanirnar.

Á heimasíðu okkara www.klaksvik.fo/politikkir ber eitt nú til at taka niður og lesa:

  • Barna- og ungdómsvirðini hjá Klaksvíkar kommunu
  • Integratiónspolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu
  • Umhvørvis- og orkupolitikkin hjá Klaksvíkar kommunu

Allir politikkirnir innihalda visjónir og ætlanir um átøk og tiltøk til frama fyri kommununa, og uppgávur og verkætlanir við útgangsstøði í hesum eru hjartaliga vælkomnar.

Harumframt fyriliggja ítøkiligar uppgávur hjá kommununi, sum møguliga kunnu loysast sum samstarv við lesandi, eitt nú:

  • Arkivering og talgilding av journalgoymslu
  • Menna skipan til talgilding
  • Sosialir miðlar í kommunalum høpi
  • Kvalitativt kanningararbeiði sum framhald av úrslitunum frá luttøkuni í Youth in Europe-ungdómsgranskingini

Les meira um ungdómsgranskingina á www.klaksvik.fo/ungdomsgransking.



Les meira