Tórshavnar kommuna samstarvar fegin við lesandi um verkætlanir

Tórshavnar kommuna


Ert tú lesandi og tørvar tær eitt spennandi arbeiðsevnið til tína næstu uppgávu ella verkætlan? Tórshavnar kommuna bjóðar javnan starvslesandi ráðgeving og innlit til evnir undir lestrartíðini, og møguliga kunnu vit eisini bjóða tær hetta.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkara starvsfólkadeild, sum tekur ímóti umsóknum frá starvslesandi. Send umsóknina umvegis teldupost á torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina “Lesandi”.

Hevur tú eitt ítøkiligt uppskot til uppgávu ella verkætlan, frætta vit fegin frá tær. Vit hava eisini fleiri spennandi hugskot liggjandi á ymsu deildunum í kommununi, so vantar tær íblástur til tína næstu uppgávu, eru vit fús at hjálpa.

Tórshavnar kommuna sum arbeiðspláss
Tórshavnar kommuna er eitt fjølbroytt arbeiðspláss. Her eru nógvar ymiskar fakligheitir undir sama taki, og hetta ger Tórshavnar kommunu til eitt spennandi arbeiðspláss. Vit leggja stóran dent á at veita gott fakligt innlit, ið samsvarar við lestrargongdina hjá tær umframt at menna tína tilvitan innan økið, sum kann geva tíni teoretisku vitan bein at ganga á.

Øki, ið vit umsita, eru: Tekniska fyrisiting, Heilsu- & umsorganartænasta, Trivnaðarfyrisiting, sum m.a. umfatar børn & ung, skúlaskap, mentanar- og ítróttaøkið, og Miðfyrisiting, sum umfatar kt, hr, løgfrøði, fíggjarøkið og borgaratænastu.

Bílegg eitt JobPrát ella kom og vitja okkum á bási 1 í Forhøllini.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.



Les meira