Samstarv við Visit Runavík um uppgávu og/ella starvsvenjing.
Visit Runavík
Visit Runavík bjóðar seg fram at samstarva við lesandi í mun til starvsvenjing og uppgávur.
Uppskot til evni kunnu til dømis vera ferðavinna, samskifti ella økismenning, ið øll eru týðandi partar av okkara virksemi . Í sambandi við starvsvenjing fært roynt tína vitan í verki og sleppur at loysa ítøkiligar uppgávur. Starvstíðin er vanliga ein lestrarhálva, men kann lagast eftir tínum umstøðum. Starvið er ólønt.
Ert tú áhugað/ur at samstarva, bílegg eitt JobPrát ella kom og vitja okkum á bási.