SAMSKIPARI/LEIÐARI TIL FØROYAPRENT

Føroyaprent


Ert tú framsøkin, fyrikomandi og dámar væl at hava nógvar bóltar í luftini? So er tað kanska tær, vit sóknast eftir. Talan er um eitt sjálvstøðugt og spennandi starv, har uppgávan verður at samskipa framleiðsluna á okkara skeltaverkstaði og kreativa øki.

Á Føroyaprent hava vit eitt vælútgjørt skeltiverkstað, ið fæst við at veita skelti, foliu, og alskyns deko til kundar kring allar Føroyar. Vaksandi virksemið ger, at okkum tørvar ein samskipara, so at vit kunnu veita bestu tænastuna innan økið. Tín uppgáva verður at samskipa arbeiðstøku, handverk, dygd, trygd og tíð. Uppgávurnar eru nógvar, fjølbroyttar og spennandi.

Uppgávan hjá samskiparanum er at leggja til rættis og stýra uppgávurnar á skeltiverkstaðnum og kreativu deildini. Denturin skal liggja á góðum handverki, dygd, trygd og veiting til tíðina. Uppgávurnar eru nógvar, fjølbroyttar og spennandi.

Vit bjóða

· Eina fyritøku í menning
· Spennandi arbeiðsuppgávur
· Eitt gott arbeiðsumhvørvi
· Góðar arbeiðsumstøður
· Kappingarføra løn
· Fjølbroyttan arbeiðsdag

Talan er um starv, har tú verður partur av einum toymi og loysir uppgávurnar í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar. Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Vit vænta, at tú

· Ert fyrikomandi
· Dugnaligur til planlegging Dugnalig/ur at leggja ætlanir
· Hevur góð samstarvsevnir
· Ert ágrýtin
· Sært spennandi avbjóðingar heldur enn forðingar.

Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan grafiska økið.

Setanarviðurskifti

Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 17. januar 2023. Vit viðgera umsóknir tá vit fáa tær og starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn kann sendast við telduposti til starv@foroyaprent.fo.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.

Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastuveitingar og á starvsfólkaøkinum.



Les meira