Royndur journalistur til Kringvarp Føroya

Kringvarp Føroya


Kom og ger mun í Kringvarpi Føroya – vit leita eftir royndum journalisti.

Vilt tú sleppa at veita Føroya fólki týðandi og álítandi tíðindi? Gongur tú høgt upp í at geva rættar og neyvar upplýsingar? So er tað tær, vit leita eftir!

Vit søkja journalist til spennandi og mennandi starv. Talan er um fast starv.

Sum journalistur hjá okkum fært tú møguleikan at arbeiða á fleiri spennandi miðlapallum: útvarp, sjónvarp ella kvf.fo, og tú mást sjálvandi duga væl føroyskt í skrift og talu.

Vit leita eftir tær, sum:
– hevur journalistiska útbúgving ella viðkomandi royndir
– vilt gera mun, bæði við at leita eftir spennandi søgum og siga tær søgur, sum redaktørurin velur
– hevur stórt trúvirði, ert álítandi og heldur avtalur
– kanst tosa eitt mál, sum øll skilja
– dugir at arbeiða undir tíðartrýsti og ert til reiðar at sleppa øllum, tá ið brátíðindi eru

Hjá okkum fært tú:
– ein fjølbroyttan, spennandi og mennandi arbeiðsdag sum partur av einum tøttum redaktionellum toymi
– innlit í og møguleika fyri at varpa ljós á týdningarmiklar og forvitnisligar partar av føroyska samfelagnum

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er í miðal 39 tímar um vikuna við skiftandi vaktum.

Umsókn
Tín umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. januar 2025.

Lat okkum frætta frá tær
Vit frætta fegin frá tær, um tú vilt vita meira um starvsmøguleikan. Ring til Elina Mirjamsdóttir, virkandi tíðindaleiðara, á telefon 296542 ella send teldupost til elinm@kvf.fo.



Les meira