Starvslesandi á Hagstovuni

Hagstovan


Royn teg á Hagstovuni
Leitar tú eftir fakligum royndum, meðan tú er undir lestri? Møguleiki er fyri starvsvenjing á Hagstovuni.

Hagtalsframleiðsla er umfatandi, avbjóðandi og krevur fjøltáttaða serfrøði. Vit gera tørvsgreiningar, menna háttaløg, byggja neyðugar skipanir til hagtalsframleiðsluna, savna inn upplýsingar, greina og viðgera hagtøl, og miðla hagfrøðiliga vitan um føroyska samfelagið.

Framleiðslan gongur soleiðis tvørtur um fakmørk og fevnir m.a. um hagfrøði, búskaparfrøði, samfelagsfrøði, KT og miðlafrøði.

Sum starvslesandi á Hagstovuni fært tú innlit í allar tættir í hagtalsframleiðsluni. Tú fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at tíni fakligu bakgrund og tí, sum Hagstovan annars hevur tørv á.



Les meira