Røktarstarvsfólk til Heimið við Vallalíð

Tórshavnar kommuna


Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til heimið við Vallalíð, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum, umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.

Heimið við Vallalíð hevur 14 ár á baki, og har eru 16 búpláss til fólk við demens. Uppgávurnar á heiminum eru umframt røkt og umsorgan eisini at skipa fyri aktivitetum, sum kunnu geva degnum innihald og stimbra sansirnir hjá húsfólkum, ið hava demens.

SØKT VERÐUR EFTIR
• einum heilsurøktara á brøki 0,9. til barsilsfarloyvisstarv frá1. februar 2020 – 1. januar 2021, kanska við møguleika fyri leingjan. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og triðja hvørt vikuskiftið
• einum sjúkrarøktarfrøðingi á brøki 0,8, arbeiðstíðin er dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið
• einum heilsuhjálpara á brøki 0,9 í farloyvisstarv frá 1. mars 2020 til 31. august 2020. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og triðja hvørt vikuskiftið

DENTUR VERÐUR LAGDUR Á
• áhuga at arbeiða við demens
• at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
• hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
• góðan telduførleika
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

VIT BJÓÐA TÆR
• ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
• ávirkan á yrkisligu menningina í Heilsu- og umsorganartænastuni
• eitt spennandi arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

MEIRA FÆST AT VITA
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Lilian Dam, deildarleiðara, á telefon 226445 ella t-post: liliand@torshavn.fo

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett 1. februar 2020 ella eftir avtalu og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar røktarfakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: torshavn@torshavn.fo. Viðmerkið: „Røktarstarvsfólk til Vallalíð“.

Umsóknarfreistin er 2. januar 2020.



Les meira