Reingerðarstarvsfólk til Lágargarð

Tórshavnar kommuna


Lágargarður sóknast eftir reingerðarfólki til setan 1. februar 2021 ella eftir avtalu. 

Uppgávurnar eru:
at reingerða og halda miðøkið reint og ruddiligt.

Søkt verður eftir:
Einum reingerðarstarvsfólkið til 20 tímar / viku, har arbeitt verður 4 tímar gerandisdagar millum kl. 14-18.

Persónligir eginleikar:
Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
Tolir eitt ávíst arbeiðstrýst
Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
Røkin og arbeiðssamur
Liðiligur og tolir broytingar

Vit bjóða:
ein góðan og mennandi gerandisdag
upplæring á staðnum
eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Eidesgaard, eindarleiðara, telefon 224115.

Umsókn
Umsókn saman við CV verður at senda til torshavn@torshavn.fo umsóknarfreistin er 4. januar 2021. Viðmerk »Reingerðarstarvsfólk til Lágargarð«.



Les meira