Reingerðarfólk til Viðskiftadepilin

Almannaverkið


Søkt verður eftir einum fólki at gera reint í Viðskiftadeplinum í Almannaverkinum.

Um starvið
Talan er um eitt starv 20 tímar um vikuna, og arbeiðstíðin er vanliga í dagtímunum gerandisdagar. Tú verður partur av einum toymi við trimum reingerðarfólkum, tveimum kokkum og einum leiðsluskrivara, sum virka saman við tí felagsendamáli at skapa góðan trivnað fyri starvsfólk í høvuðssætinum og bygningum í økinum. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Uppgávur
Høvuðsuppgávan er reingerð í Viðskiftadeplinum í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum. Harafturat er uppgávan í ávísan mun at gera klárt til fundir, hjálpa til, tá ið størri tiltøk eru í húsinum og annars aðrar fyrifallandi uppgávur.

Førleikar og væntanir
Royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Vit vænta, at

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur.
  • tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur.
  • tú ert likamliga og sálarliga væl fyri.
  • tú ert før/-ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/-ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum í Tórshavn. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31.12.2021 kl. 23.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hall Thomsen, depilsstjóra, á tlf. 347040.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.



Les meira