Rakstrartøkningur til RT-Toymið


Vit søkja eftir rakstrartøkningi til RT-toymið, ið hevur antennu-, kamera- og aðrar skipanir á alibrúkum um hendi. Talan er um alibrúk í Føroyum og í Skotlandi. RT-toymið er ein partur av KT-deildini, har ið tú sum starvsfólk fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku í støðugari menning.

Arbeiðsøki
Tú verður partur av  RT-toyminum, og kemur at hava ábyrgd av menning, viðlíkahaldi og support av rakstrartøkni á alibrúkum, m.a.:

Tráðleysum samskiftisskipanum
Kameraskipanum
Rakstrarskipanum
Rakstrartøkningurin vísir til KT-leiðaran.

Tín vangamynd
Fyrimunir er, at tú hevur kunnleika til tráðleysar samskiftisskipanir, kameraskipanir, KT og netverk, men hetta er tó ikki eitt krav. Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Tú ert eitt nú radiomekanikari, elektronikkmekanikari, elektrikari, maskinmeistari ella hevur útbúgving innan KT.

Vit vænta, at tú hevur koyrikort og dugir væl at orða teg á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu og ert handalig/ur.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Eisini leggur tú stóran dent á gott samskifti innanhýsis og uttanhýsis. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða
Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku í menning. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT-leiðara, á tel. 23 50 70 ella við t-brævi til kez@bakkafrost.com.

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 03. Januar 2021

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum

Tað starvast 7 fólk á KT-deildini og arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. KT er í dag partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT-deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Samanlagt hevur samtakið 900 fulltíðar starvsfólk.

www.bakkafrost.com

 



Les meira