Ráðgevi

Klintra


Klintra ynskir at styrkja um hópin og sóknast eftir royndum ráðgeva innan KT-økið.

Starvsøkið fevnir um B2B-sølu og -ráðgeving í breiðum høpi. Grundað á djúpa vitan um kt-loysnir, sølu og kundarøkt, verður tú hornasteinurin í tilgongd okkara frá at eyðmerkja møguleikar og at fremja loysnir í verki hjá kundum okkara til framhaldandi kundarøkt.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi fulltíðarstarv í einum mennandi umhvørvi, har tú kanst vera við til at mynda talgildu framtíð Føroya.

Vit hugsa okkum ein ráðgeva, ið:

– hevur lokið útbúgving innan sølu, KT ella aðra viðkomandi útbúgving á kanditat- ella bachelorstøði,
– hevur royndir við B2B-sølu og -ráðgeving,
– hevur tøkniligt innlit,
– ert tænastusinnaður, miðvísur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt,
– hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga,
– hevur góð samstarvsevni, og
– trívist í einum broytiligum gerandisdegi.

Um tú ert ráðgevin, ið vit sóknast eftir, bjóða vit:

– góða løn og setanartreytir eftir nærri avtalu
– eitt gott fakligt umhvørvi á høgum støði
– góðar, hugvekjandi og dugnaligar starvsfelagar

Vit bjóða eitt áhugavert starv við góðum møguleikum hjá tær at mennast og seta egnan dám á.

Um tú heldur, at tú ert persónurin, sum vit sóknast eftir, send so umsókn við prógvum og ævilýsing til Jógvan K. Glerfoss, stjóra, á jkg@klintra.fo. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. jan. 2024.

Ring til Jógvan á tlf. 794 287 um tú ynskir at hoyra nærri!



Les meira