Projektleiðari til Petur Larsen

Petur Larsen


Droymir tú um at gerast projektleiðari og at menna vørur og útgerð til altjóða marknaðin? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Dugir tú verkætlanaramboðini uttanat og at gera tekningar av hugskotunum?

Ert tú ein góður starvsfelagi, sum dugir at leiða sítt toymi frá hugskoti til veruleika? So er tað 100% tær, vit leita eftir.

Hjá Petur Larsen hava vit veitt vørur og útgerð til fiskivinnuna í Føroyum og uttanlands síðani 1971. Fiskivinnan er í menning, og herfyri settu vit tí eina menningardeild á stovn at menna vørur og útgerð til hesa spennandi vinnu. Vit hava ment nógv, sum longu hevur vakt stóran ans. Sum projektleiðari hjá Peturi Larsen kemur tú at leiða okkara menningarverkætlanir frá byrjan til enda.

Tínar uppgávur 
Sum projektleiðari fært tú ábyrgd av verkætlanum innan mekanikk-, el-, snið-, hardware- og softwaremenning og menning innan automatión og visión. Listin er langur, men felagsnevnarin er, at allar verkætlanirnar verða framdar við bestu dygd, til tíðina og fyri avtalaðan kostnað. Tí verður tín uppgáva at:

· Samskipa verkætlanirnar, sum inniber at meta um kostnað, starvsfólkatørv og tíðarætlanir.
· Støðugt kunna øll, ið eru við í verkætlanini, bæði starvsfólk og kundar.
· Gera projektmodell, sum passa til fyritøkuna og tær verkætlanir, sum farið verður undir.
· Tryggja, at tað altíð eru røttu starvsfólkini í verktætlanini, og fáa hetta at sampakka við aðrar uppgávur í fyritøkuni.

Tínir eginleikar og førleikar 
Ein góður projektleiðari er fyrst og fremst ein fyrimynd, sum dugir at kveikja onnur. Harnæst vænta vit sjálvandi eisini, at tú ert virkin, ágrýtin, hyggur frameftir og brennir fyri at síggja úrslit. Í hesari vinnuni er nógv ferð á, og tí mást tú trívast undir trýsti og taka beinleiðis samskifti fram um drúgvar teldupostar.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við forritan sum PLC, JavaSript og tílíkum. Og sum sagt taka allar okkara verkætlanir støði í fiskivinnuni – bæði her heima og í útlondum, og tí er sjálvsagt eisini gott at kenna nakað til hetta.

Eitt spennandi starv við nógvari ábyrgd 
Tá tú verður projektleiðari hjá okkum, kemur tú í eitt starv, har tú fært góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning. Hetta er eisini eitt sjálvstøðugt starv, har tú í ein mun kanst mynda tín egna arbeiðsdag í eini spennandi fyritøku, sum stendur í vøkstri. Vit halda til á havnarlagnum í Fuglafirði, har vit hava ein 1.200 fermetrar stóran bygning við skrivstovu, menningardeild, goymslu og smiðju. Og fuglfirðingum líkt hava vit eitt vinarligt og óformligt arbeiðsumhvørvi – hetta kemur tú at síggja, tá ið tú møtir tínum 38 dugnaligu starvsfeløgum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv við eftirlønarskipan, tryggingarskipan og matarskipan. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Nakað fyri teg?
Heldur tú hetta ljóða áhugavert, kanst tú seta teg í samband við Rógva Róin, stjóra, á rogvi@pl.fo ella 565758, sum fegin vil greiða tær nærri frá um starvið.

Umsókn
Heldur tú, at hetta er nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum og arbeiðsavrikum við at trýsta her.

Starvið verður sett sum skjótast, so tað er einki at bíða við, tí so hvørt umsóknirnar koma inn, bjóða vit til samrøðu. Lat okkum hoyra frá tær – tó í seinasta lagi 1. februar 2022.



Les meira