Parttíðarstarv í Reyða Krossi   

Reyði Krossur


Hevur tú áhuga fyri humaniterum hjálpararbeiði? Kanska tú ert lesandi, og kundi hugsað tær eitt arbeiði við síðurnar av lesnaðinum?  

Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum ágrýtnum parttíðarstarvsfólki til skrivstovu okkara í Tórshavn at arbeiða umleið 10-15 tímar um vikuna. 

Hevur tú áhuga fyri humaniterum hjálpararbeiði? Kanska tú ert lesandi, og kundi hugsað tær eitt arbeiði við síðurnar av lesnaðinum?

Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum ágrýtnum parttíðarstarvsfólki til skrivstovu okkara í Tórshavn at arbeiða umleið 10-15 tímar um vikuna.

Um felagsskapin
Reyði Krossur Føroya virkar fyri at hjálpa, har ið neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin. Umleið 400 sjálvboðin eru regluliga virkin í Reyða Krossi Føroya í m.a. vitjanartænastu, samarittum, integratión og endurnýtslu. Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á aðalreglurnar: at vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo

Vit vænta, at tú

– Brennur fyri at gera mun fyri onnur
– Ert álítandi, røkin og átekur tær fegin nýggjar avbjóðingar
– Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
– Hevur góðar telduførleikar
– Ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá tað er nógv at gera.

Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú

– Hevur viðkomandi royndir og/ella útbúgving (eitt nú við skrivstovuuppgávum, bókhaldi, SoMe)
– Hevur koyrikort til vanligan bil
– Hevur royndir við sjálvbodnum arbeiði.

Arbeiðsuppgávur  

Tú kemur at hjálpa við nógvum ymsum uppgávum á skrivstovuni, sum í ávísan mun verða lagaðar til eftir førleikum og áhuga hjá tær, millum annað:

– Skrásetingar og smærri bókhaldsuppgávur
– Gera uppsløg/lýsingar/tíðindabrøv til miðlar og sosialar miðlar
– Gera skeltir, plakatir og annað kunningartilfar
– Dagføra heimasíðu og intranet
– Bíleggingar og innkeyp
– Fundraising
– Fyrifallandi og praktiskar uppgávur

Vit kunnu bjóða tær  

Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, har tú verður partur av dagliga arbeiðinum hjá Reyða Krossi, og sostatt fært eitt gott innlit í hjálparbeiðið okkara. Eisini kunnu vit bjóða førleikamennandi skeið.

Talan er um eitt parttíðarstarv, og hugsast kann, at tað er eitt upplagt lestrarstarv, tó er hetta ikki ein treyt.

Starvsstaðurin er í Tórshavn.

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Hevur hetta tín áhuga, ert tú hjartaliga vælkomin at senda eina umsókn og viðkomandi skjøl á starv@redcross.fo í seinasta lagi 2. januar. Miðað verður ímóti at hava samrøður í aðru viku í 2024.

Meira fæst at vita, við at ringja skrivstovuna hjá Reyða Krossi Føroya á tel. 283630 ella skriva til redcross@redcross.fo.



Les meira