OT umsitari til SEV

SEV


Vit sóknast eftir OT umsitara til Verkfrøðideildina.

Starvið

Talan er um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Tú verður partur av Verkfrøðideildini, ið hevur nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur innan elframleiðslu og býtisvirkir. Á Verkfrøðideildini starvast 8 fólk.

Sum partur av Verkfrøðideildini kemur tú, saman við øðrum á deildini, at taka tær av øllum OT skipanum á SEV. Hetta arbeiði umfatar millum annað DCS skipanir, SCADA skipanir, RTU’ar, PLC og netverk til hesi.

Av tøkni, ið arbeitt verður við, kann nevnast:

·        Microsoft Windows stýrisskipan

·        Active Directory

·        vmWare vSphere

Av standardum og protokollum, ið arbeitt verður við, kann nevnast:

·        IEC 60870-5-104

·        IEC 61850

·        IEC 61131-3

·        IEC 62443

·        Modbus

Vit bjóða:

fjøltáttaðan arbeiðsdag

ávirkan á egið arbeiði

fakliga menning

viðkomandi skeið

Vit vænta, at tú hevur royndir og førleikar innan OT skipanir.  Vit vænta, at tú í øllum førum hevur útbúgving á bachelor støði. Tú dugir væl at greina, og sum heild ert tú væl skipað/ur í tínum arbeiði. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, bæði innanhýsis og við ráðgevar og veitarar, bæði í Føroyum og uttanlands. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum. Arbeitt verður tó út frá skrivstovuni hjá SEV í Tórshavn.

Løn
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Høgna Hansen, leiðara á Verkfrøðideildini, á telefon 210356. Umsóknarfreistin er mánadagin 13. januar 2020. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

T-postur: starv@sev.fo, viðmerk: OT-umsitari

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.



Les meira