Ognarabókhaldari til Fíggjardeildina

Tórshavnar kommuna


Á Fíggjardeildini í Tórshavnar kommunu er eitt starv sum ognarabókhaldari leyst at søkja.

Starvið
Tínar høvuðsuppgávur verða fyrst og fremst at stemma ognarar av, og tú fær ábyrgdina av at skipa økið.

Kommunan fær árliga útivið 80.000 rokningar frá omanfyri 1.500 veitarum, harav tær allarflestu koma inn talgilt. Rokningaportalur verður eisini brúktur. Fíggjarskipanin er Dynamics Navision 2017.

Umframt at stemma av fert tú at luttaka í hinum uppgávunum í ognarabókhaldinum, sum eru at taka ímóti, býta út og gjalda rokningar. Í ávísan mun kemur tú eisini at virka í skuldarabókhaldinum, sum er at fakturera, krevja inn og røkja áogn. Deildin fakturerar fyri flest øll øki í kommununi.

Av størri kt-skipanum, ið verða brúktar til fígjgarstýringina og bókhaldið, kunnu nevnast Barn á dagstovnaøkinum, 3V á eldraøkinum og Leiðslukunning.

Fíggjardeildin
Fíggjardeildin er deild í Miðfyrisitingini og hevur ábyrgd av fíggjarætlan, roknskapi og útgjaldsavgreiðslu.

Arbeiðið er býtt upp í toymir: Ognarar, skuldarar, høvðusbókhald og kassar umframt fíggjarætlan og roknskap. Deildin førir bókhald og roknskap vegna allar deildir og stovnar hjá kommununi.

Arbeitt verður støðugt við at menna førleikar til fíggjarstýring sum leiðsluamboð.

Á deildini starvast 9,5 fólk, ið hava skrivstovu-, bachelor- og kandidatútbúgvingar.

Førleikar
Tú hevur skrivstovu- ella aðra líknandi útbúgving og starvsroyndir. Neyðugt er at hava royndir við at stemma av ognarar í einum størri bókhaldi. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og samskifta. Hevur ans fyri smálutunum og ynskir at røkka ítøkiligum úrslitum.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast til ber. Løn og aðrar treytir verða sambært sáttmála ímillum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og royndum má vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. desember 2021 kl. 12. Send umsóknina til torshavn@torshavn.fo við frámerkinum Fíggjardeildin / ognarabókhaldari.

Upplýsingar
Meiri fæst at vita við at venda sær til Niels Juel Arge, fíggjarleiðara á fartelefon 78 33 33 ella á teldupost nielsja@torshavn.fo

————–

Tórshavnar kommuna er størsta arbeiðspláss í landinum við umleið 2.000 starvsfólkum. Kommunan fevnir um Argir, Hest, Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kirkjubø, Kollafjørð, Koltur, Nólsoy, Norðradal, Tórshavn, Sund, Syðradal og Velbastað. Yvirskipað mál og mið fyri Tórshavnar kommunu er, at høvuðsstaðurin verður ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi. 



Les meira