Norðoya– og Eysturoyar Apotek søkja eftir farmaseutum

Apoteksverkið

Vit sóknast eftir farmaseutum, ið hava áhuga fyri apoteksarbeiði og kliniskari farmasi.
Talan er um 2 størv. Annað er á Norðoya Apoteki og hitt á Eysturoya Apoteki. Størvini eru 30 tímar/viku. 20 tímar/viku eru staðsettir á apotekinum og 10 tímar/viku til uppgávur og toymisarbeiði innan kliniska farmasi.

Uppgávur tínar verða í høvuðsheitum:
·         Ábyrgd fyri fakligari ráðgeving á apotekinum
·         Leggja til rættis kunningarfundir á apotekinum
·         Luttaka í dagliga apoteksarbeiðinum í skranka og resepturi
·         Leggja til rættis og luttaka á átøkum uttanfyri apotekið
·         Leggja til rættis og loysa kliniskar farmaseutiskar uppgávur innan 1. og 2. geiran
·         Luttaka í kliniska toyminum hjá Apoteksverkinum
·         Luttaka í vaktum (einans galdandi fyri starvið á Norðoya Apoteki)

Vit vænta at:
·         tú ert fakliga væl fyri
·         hevur góð evni at miðla og leggja fram
·         tær dámar at avgreiða viðskiftafólki
·         tú er tænastusinnað/ur
·         tú hevur góð samarbeiðsevnir
·         tú ert jalig/ur og ein góð/ur starvsfelagi
·         tú ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur
·         tú møtir væl upp
·         tú hevur royndir innan apoteksarbeiði og kliniska farmasi
·         tú hevur royndir í samstarvi við onnur heilsustarvsfólk
·         tú hevur tev fyri góðsku og góðskuarbeiði

Løn eftir sáttmála millum fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark.

Umsókn, prógv, CV og møgulig ummæli, skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 14.01.2019.

Starvið skal setast skjótast gjørligt.

Royndartíð 3 mánaðir.

Meira fæst at vita við at venda sær til Ingun Hansen, apotekara á Eysturoyar Apoteki (tlf. 473400) ella Nannu Knudsen, apotekara á Norðoya Apoteki (472500). T-post adr.: ingun.hansen@apotek.fo ella nanna.knudsen@apotek.fo

Umsókn til starvið á Noroya Apotek skal sendast til:

Norðoya Apotek,  att. Nanna Knudsen, Apotekara
Klaksvíksvegur 5, FO 700 Klaksvík

Umsókn til starvið á Eysturoyar Apotek skal sendast til:

Eysturoyar Apotek, att. Ingun Hansen, Apotekara
Mýravegur 6, FO 620 Runavík

Les meira