Nema søkir forritara

NEMA


Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri forritan og at skapa góðar loysnir, so ert tú møguliga persónurin, sum vit leita eftir

Starvið
Tú verður ein partur av einum dugnaligum toymi av starvsfólkum, sum arbeiða við menning av skipanum. Tín uppgáva í toyminum verður at menna nýggjar og verandi skipanir.

Tú fert eisini at samstarva við hinar deildirnar hjá Nema í Føroyum. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.


Vit ímynda okkum, at tú hevur eina viðkomandi útbúgving innan KT, so sum bachelor í KT-Verkfrøði ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur áhuga og royndir innan nøkur av hesum økjunum:

C#, Html og Css, Javascript, Angular, .Net Core, Asp.Net Core, Entity Framework Core, Entity Framework, MsSql, PostgresSql, WPF

Vit ímynda okkum eisini at tú:

  • skilir og hevur sans fyri, hvussu loysnir verða skrúvaðar saman
  • er framsøkin og nærløgd/nærlagdur
  • er skipað/ur, analytisk/ur og dugir væl at hava yvirlit yvir støðuna við nógvum bóltum í luftini
  • hevur góð evnir at samstarva
  • dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga

Vit bjóða
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Forvitin?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddfríður Petersen á tel. 794 262 ella á ope@nema.fo.



Les meira