Námsfrøðingur til Smílikulluna í Vága komunu

Vága kommuna


Søkt verður eftur námsfrøðingi til Smílikulluna at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um eitt starv á 26 tímar.

Vit ynskja av tær:

– At tú ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
– At tú ert opin fyri broytingum.
– At tú hevur góð samstarvsevni.
– At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.
– hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

Smílikullan:
Smílikullan er eitt frítíðarskúla tilboð til børn í Vága kommunu, og her búleikast børn úr 1. og 2. flokki.
Vit hava tríggjar verkstaðir: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað.

Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til at menna sínar førleikar.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, viðalundina og fótbóltsvøllin. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar
til nógvar spennandi avbjóðingar til børn og starvsfólk.

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran Hervør Heinesen tlf. 794540.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin í eitt tíðaravmarkað starv.

Lønarviðurskifti:
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.

Námsfrøðingurin fylgir lønarstigunum frá 11 til 21 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 2 til 7.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09.00 og kl. 17.00 í smílikulluni

Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skal sendast til

Vága Kommunu
Hammershaimbsvegurí 1
360 Sandavágur
Viðmerk á brævbjálvan: “Umsókn”.
Ella við teldupost til: vaga@vaga.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið mánadagin tann 07.01.2019 kl. 12 00 .



Les meira