Námsfrøðingur til Miðstovnin

Miðstovnurin í Gamla Realskúla


Tórshavnar kommuna søkir vegna Miðstovnin í Gamla Realskúla eftir námsfrøðingi til stuðulsuppgávu.

Vilt tú vera við til at mynda okkara spennandi, lívliga og væl umtókta miðbýarstovnin? So hevur tú møguleikan nú, tí á Miðstovninum leita vit beint nú eftir einum námsfrøðingi.

Miðstovnurin er í løtuni dagstovnur í gamla Realskúlanum og kjallaranum í Finsen, og her eru umleið 70 børn í aldrinum 0 til 6 ár knýtt at stovninum.

Stovnurin er funktiónsdeildur, og tað vil siga, at starvsfólk eru sett at taka sær av hvør sínum øki, heldur enn at vera knýtt at einari stovu. Vit hava eina barnaáskoðan, ið ber í sær, at vit møta einstaka barninum, har sum barnið er. Fyri okkum hevur barndómurin eitt virði í sjálvum sær, og alt, sum barnið hevur við í felagsskapin, hevur somuleiðis týdning. Umsorgan, tryggleiki, spæl, læra og virðing eru grundarsteinarnir, vit byggja okkara stovnsvirksemi á.

Tí skalt tú velja okkum
Vit kunnu bjóða tær eitt sera spennandi starv, har tú kemur at hava stóra ávirkan á títt arbeiðslív. Komandi ár fara vit at flyta barnagarðsvirksemið oman í nýggja stovnin í Kongagøtu. Tú kemur at vera partur av at skipa og skapa okkara stovn við vøggustovu og barnagarð í hvør sínari lon.

Harafturat fært tú dugnaligar, fakligar, stuttligar og nærlagdar starvsfelagar og sleppur at arbeiða mitt í býnum.

Um teg
Vit vænta, at tú:

  • Ert nærverandi og góð/-ur til at skapa góðar og mennandi relatiónir
  • hevur eina barna áskoðan, sum samsvarar við virðisgrundarlagið hjá Miðstovninum
  • at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisførleikar og megnar at virka fyri góðum samstarvi millum foreldur, børn og starvsfelagar
  • at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • at tú hevur áhuga fyri at arbeiða í Miðstovninum
  • Umframt hetta, hevði tað verið ynskiligt, at tú antin dugur ella er áhugaða/-ur í at læra arbeiðsháttin »Tekn til Talu«. Skeið vera veitt um tað er neyðugt.

Talan er um

  • Eitt starv í barnagarðinum at byrja fyrst í komandi ári ella skjótast gjørligt, eftir nærri avtalu.
  • Talan eru eina stuðulsuppgávu, har tú kemur at hava ábyrgd, at skipa dagin í mun til tørvin hjá viðkomandi børnum
  • Har tú hevur ábyrgd av, at samskifta við ráðgevar, foreldur v.m. í mun til tørvin hjá viðkomandi
  • Har tú ger ymiskar venjingar og/ella fer við til venjingar
  • Har arbeiðshátturin »Tekn til Talu« fer at vera brúktur
  • Arbeiðstíðin kann vera 30-40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Spurningar
Hevur tú spurningar til starvið, greiða vit tær fegin nærri frá. Vend tær til Elsu Henrysdóttir av Reyni, stovnsleiðara, á telefon 26 39 14.

Umsókn
Send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 31. desember 2021.



Les meira