Námsfrøðingur til Dagstovnin á Argjum

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Argjum eftir námsfrøðingi.

Á Dagstovninum á Argjum eru tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur, harav tann eina stovan er til tey 6 – 7 ára gomlu børnini. Umleið 80 børn rúmast á stovninum tilsamans.

Í løtuni starvast 20 fólk á stovninum umframt reingerðarfólk, húsavørður og avloysarar.

Vit sóknast eftir:
einum námsfrøðingi til vøggustovu 20 tímar um vikuna. Talan er um tíðaravmarkað starv við setan 4. januar ella skjótast til ber, og fram til hálvan juli. Møguligt er at fáa fast starv eftirfylgjandi.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Dagstovnurin á Argjum leggur millum annað dent á:
fólkaræði og sjálvbjargni
opinleika og tolsemi
virðing og trivnað
góðar relatiónir
felags ábyrgd
samstarv
kropp og rørslu

Vit vænta at:
tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
tú hevur fakliga vitan og námsfrøðiliga áskoðan
tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
tú ert ágrýtin og tolin
tú hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur
Vit síggja tað sum eina styrki fyri trivnaðin og fakligu dygdina á stovninum, at starvsfólk tora at undrast, seta spurningar, siga sína hugsan og kjakast um ymisk evni, sum hava bæði fakligan, menniskjansligan og samfelagsligan týdning.

Økið rundan um stovnin 
Umframt stóra garðin, so er stovnurin umgyrdur av áhugaverdum støðum, sum vit javnan vitja saman við børnunum. Nevnast kann m.a. Sandá, Sandágerð, Sjósavnið, AB vøllurin, sparkivøllurin, Kongavarðarnir og hagin rundan um.

Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 3 koyra tríggjar ferðir um tíman og steðga tætt við stovnin.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum, og at tú mást tola broytingar í starvinum.

Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar til størvini og stovnin, kanst tú venda tær til Irenu Tróndheim, stovnsleiðara, á telefon 302323 ella 219019. Tú kanst eisini skriva til irenat@torshavn.fo ella vitja heimasíðuna www.dagstovnurin.fo

Harumframt finnur tú eisini kunning um stovnin inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu undir dagstovnur Dagstovnurin á Argjum

Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 3. januar 2021.



Les meira