Námsfrøðingur og hjálparfólk til Frítíðarskúlan á Argjahamri

Frítíðarskúlin á Argjahamri


Sjóðar tú av orku og eldhuga at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialar førleikar, so er at smekka eina umsókn av stað og søkja starv í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir námsfrøðingi og hjálparfólki.

Søkt verður eftir
– einum námsfrøðingi og einum hjálparfólki at arbeiða 25-30 tíma um vikuna

Størvini eru til setan 1. januar 2022, ella eftir nærri avtalu.

Okkum tørvar starvsfólk sum

  • vilja samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • vilja menna tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina, og vilja virka fyri einum fakligum umhvørvi
  • kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • hava hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum
  • taka ábyrgd og hava yvirlit, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir
  • eru íverksetandi og aktivt luttakandi saman við børnunum í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanum

Vit bjóða

  • at tú kemur at vera partur av einum toymi, sum hevur námsfrøðiliga ábyrgd og leiðslu
  • námsfrøðiliga sparring í námstoymi
  • eitt fakligt arbeiðis umhvørvið, har námsfrøðilig kjak og refleksjónir eru partar av arbeiðis mentanini
  • góðar arbeiðis karmar, sum stuðla væl upp undir ymisk frítíðar námsfrøði og námsfrøði í síni heild
  • eitt arbeiði í skiftandi vaktum
  • fyrireikingartíð

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Hanna Thøgersen, stovnsleiðara, á telefon 28 28 50, ella vitja síðuna Frítíðarskúlin á Argjahamri ella heimasíðuna www.argjahamri.fo

Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 4. januar 2022 kl. 12.00.



Les meira