Námsfrøðingur ella ergoterapeutur til bú- og viðgerðarstovn fyri børn og ung í Tórshavn

Almannaverkið


Almannaverkið leitar eftir starvsfólki við serligum samskiftishegni at arbeiða á stovni í Tórshavn, sum er fyri ung fólk við autismu. Á stovninum búgva trý ung fólk við autismu, sum hava tørv á sernámsfrøðiligari viðgerð og umsorgan í einum tryggum og væl skipaðum umhvørvi.

Fremsta uppgávan í gerandisdegnum er at skilja og samskifta við ungu fólkini, so tey kunnu fáa eitt so gevandi og innihaldsríkt lív, sum til ber.

Tørvur er á starvsfólki, sum stremba eftir fakligari vitan og menning, og sum hava persónligu eginleikarnar at einfaldgera ein umskiftandi og avbjóðandi gerandisdag. Við boardmaker, Intensive Interaktion, pedagogiskari massagu og kognitivari viðurkennandi námsfrøði skal støði takast í førleikum og menning hjá hvørjum ungum fólki sær.

Arbeiðsuppgávur
Sum partur av einum toymi bjóða starvsfólkini teimum ungu upplivingar og arbeiða miðvíst við at menna sosialu førleikarnar hjá hvørjum einstøkum. Við neyðuga stuðlinum og umsorganini fáa ungu fólkini ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Arbeitt verður í stóran mun sjálvstøðugt, har hvørt starvsfólk hevur stóra ávirkan á gerandisdagin.

Um starvið
Eitt starv á 40 tímar um vikuna at byrja frá. 15. januar 2020 ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld, náttar- og vikuskiftisvaktum.

Førleikakrøv
Útbúgving sum námsfrøðingur, ergoterapeutur ella onnur námsfrøðilig útbúgving kann vera ein fyrimunur, men tað er ikki ein treyt fyri starvið. Um ongin við nevndu útbúgvingum søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki. Tann, ið verður settur sett í starv, fær upplæring í at arbeiða innan autismuøkið.

Væntanir til umsøkjarar
Innlit og forvitni í avbjóðingarnar hjá ungum fólki sum hava autismu eru ynskiligir eginleikar. Vit leita eftir starvsfólki, sum brenna fyri at arbeiða við sernámsfrøði, og sum leggja dent á samskifti í breiðastu merking yvirhøvur. Neyðugt er at hava hug og hegni at arbeiða skipað. Eitt gott sinnalag, umsorgan og eginleiki at finna loysnir eru eginleikar vit virða høgt.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið og við tænastu í løtuni í Eind 3 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið  ella avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið“.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 02.01.2020 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sáru Midjord, leiðara á telefon 297353 ella Poulu Djurhuus, eindarleiðara, telefon 297415.



Les meira