Námsfrøðingar til Dagstovnin Sólareygað

Dagstovnurin Sólareygað


Tórshavnar Kommuna sóknast vegna Dagstovnin Sólareygað eftir tveimum námsfrøðingum.
Vit sóknast eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja 15. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.  

Vit ynskja at viðkomandi sum sett verða, hava hug og ynski at læra samskiftisháttin Karlstadt og tekn til talu, sum vit arbeiða miðvíst við á stovninum sum heild.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett.

Vit vænta

  • eitt starvsfólk, sum er nærverandi og gevandi
  • eitt starvsfólk, sum tekur ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski um at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar saman við okkum
  • eitt starvsfólk, sum hevur hug og ynski verða við til at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag, hetta í tráð við okkara menningarætlan
  • eitt starvsfólk sum virðir felagsskap, felagsanda og samanhald

Vit bjóða

  • eitt starv har útilív, rørsla og heilsa er ein inngrógvin partur av dagligdegnum
  • eitt starv har upplivingar og granskingar á barnahædd eru ein stórur partur  av dagligdegnum
  • eitt starv við aktivum og kveikjandi vaksnum, har samanhald og viðurkenning eru grundarsteinar

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn saman við viðmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. janurn 2022 kl. 12.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini og starvsviðurskifti við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, á telefon 28 71 50, ella við at senda teldupost til mirjamj@torshavn.fo



Les meira