Námsfrøðingar til Dagstovnin Birkilund

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir, vegna Dagstovnin Birkilund, eftir námsfrøðingum at arbeiða í vøggustovu og barnagarði. Størvini verða sett í januar 2021, ella eftir nærri avtalu.

Vit sóknast eftir:
Einum varaleiðara í farloyvisstarv fram til 30. juni 2021, at arbeiða 20 tímar um vikuna, við møguleika at arbeiða fleiri tímar á stovu
2 námsfrøðingum til vøggustovu, at arbeiða 35-40 tímar. Talan er um tíðaravmarkað starv fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi, tó við møguleika fyri at fáa fast starv
3 námsfrøðingum til barnagarð, at arbeiða 35-40 tímar. Talan er um fast starv

Søkja námsfrøðingar ikki størvini, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Um stovnin:
Á stovninum ganga í løtuni 120 børn; 32 vøggustovubørn og 88 barnagarðsbørn. Vit hava 3 vøggustovur, 4 barnagarðsstovur og eina stovu til tey 6 ára gomlu. Her starvast 29 starvsfólk; 8 námsfrøðingar, 17 hjálparfólk, ein køksdama og ein umsjónarmaður, umframt leiðara og varaleiðara.

Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sum námsfrøðingur fært møguleika at menna og royna tínar fakligu førleikar í samspæli við børn, foreldur og dugnalig starvsfólk.

Vit eru opin fyri nýhugsan, og hjá okkum fært tú møguleika at royna tíni fakligu og skapandi evni. Vit leggja dent á gott samskifti, dialog og virðiligt samspæl millum øll, ið hava dagliga gongd á stovninum. Vit eru í eini mennandi tilgongd, har vit seta fokus á trivnað, og á at menna eitt námsfrøðiligt umhvørvi, sum eggjar til trivnað og menning hjá starvsfólkum og børnum. Vit hava fokus á góða barnalívið, á skapandi evnini og hugsunarháttin hjá okkara børnum. Sum námsfrøðingur í okkara toymi, fært tú møguleika fyri at traðka inn á ein pall, har tú kanst koma við tínum ískoyti, og gera tína ávirkan galdandi, og soleiðis verða við at mynda okkara stovn.

Vit arbeiða við námsfrøðiliga leistinum Betri vinir, og øll okkara starvsfólk verða send á skeið, soleiðis at tey eru ílatin fakliga. Sum nýggjur námsfrøðingur, í okkara toymi, fært tú eisini hendan møguleika.

Vit vænta:
At tú ert ábyrgdarfull/ur og tekur stig. Ert ágrýtin, nærverandi og hevur eitt positivt lyndi
At tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
At tú hevur gott fakligt innlit, og dugir at samantvinna ástøðiliga hugsan og námsfrøðiliga praksis
At tú ert opin fyri øðrvísi hugsan, og leggur dent á demokratiskan hugburð

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn saman við viðmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 31. desember 2020, kl. 12.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sonnu á Løgmansbø, stovnsleiðara, telefon 265326.

 



Les meira