Námsfrøðingar til Dagstovnin á Velbastað

Dagstovnurin á Velbastað


LONGD FREIST

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða í annaðhvørt vøggustovu og barnagarði. Størvini byrja tann 3. januar 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Vit sóknast eftir

  • Einum námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu 35-40 tímar um vikuna
  • Einum námsfrøðingi at arbeiða í barnagarðsstovu 35-40 tímar um vikuna
  • Umframt hetta søkja vit eftir avloysarum

Talan er her um barnsburðarfarloyvi.

Søkir eingin námsfrøðingur, verða hjálparfólk sett.

Ynskir tú at virka sum avloysari, so er at seta teg í samband við stovnsleiðaran Beintu Sørensen á telefon 22 16 90 skjótast gjørligt.

Um stovnin
At koma á Dagstovnin á Velbastað er sum at koma í annan heim. Hetta er eitt friðsælt stað, sum hevur eitt róligt huglag við hópin av møguleikum hjá børnum og vaksnum at mennast í.

Dagstovnurin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi oman fyri bygdina Velbastað, og vakra útsýnið yvir fjørðin og Heyst, Koltur og Sandoy ger umhvørvið heilt serligt.

Á stovninum starvast í løtuni seks námsfrøðingar og sjey hjálparfólk.

Í komandi ári verður Dagstovnurin skipaður soleiðis:

  • Í vøggustovuni Rókini verða 11 børn og fýra starvsfólk
  • Í barnagarðsstovuni Urðini 15 børn og fýra starvsfólk
  • Í barnagarðsstovuni Víkini 14 børn og trý starvsfólk
  • Og í frítíðarskúlanum Fløtuni verða 12 børn og tvey starvsfólk

Dagstovnurin og fjølbroytta náttúran geva børnunum alskyns møguleikar at granska og mennast. Vit arbeiða við eini barnamentan, har spælið hjá børnunum er teirra menningarmiðdepil. Tí eggja vit børnunum til spæl, har vit vaksnu skipa okkum í mun til, hvar børnini eru, og tí tey hava tørv á.

Námsfrøðin tekur støði í áhugamálunum hjá barninum, har vit stremba eftir, at børnini fáa kensluna av, at tey verða hoyrd, vird og tikin í álvara. Við hesum fáa børnini ávirkan í gerandisdegnum og á egið lív.

Vit vænta at tú sum umsøkjari

  • ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • ert nærverandi í arbeiðnum saman við børnunum
  • brennir fyri at skapa ein fjølbroyttan og innihaldsríkan gerandisdag, har børnini kenna seg hoyrd og vird

Hví tú skalt velja at arbeiða hjá okkum?

  • Tí her er námsfrøðin í hásæti
  • Tú verður partur av einum dugnaligum, virknum og stuttligum starvsfólkahópi
  • Fyrireikingartíð er partur av arbeiðnum
  • Náttúra, endurnýtsla, grønir vanar, kynsmedvit, fólkaræði og hønur hava týdning í okkara pedagogiska gerandisdegi
  • Vit ynskja at øll, bæði børn og starvsfólk, trívast, mennast og hava tað gott
  • Ynskir tú at vera partur av hesum spennandi arbeiðsumhvørvi, so er bara at søkja.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi tann 31. desember 2021.

Ynskir tú at vita meira
So er at seta teg í samband við Beintu Sørensen, stovnsleiðara, á telefon 221690, ella við at senda ein teldupost á beintaso@torshavn.fo



Les meira