Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Fjalli

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Fjalli eftir tveimum námsfrøðingum.

•  Námfrøðing til barnagarðsstovu 30 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2019
•  Námsfrøðing til farloyvisstarv í vøggustovu 30 tímar um vikuna. Starvið er frá 1. mars 2019 til 1. juli 2020

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað størv.

VIT VÆNTA, AT TÚ:
• er ágrýtin, aktivt luttakandi, intiativrík/-ur, nærverandi og tolin
• hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag,  við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
• kann arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski um at lyfta námsføðiligu uppgávurnar saman við okkum
• vil samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
• virðir felagsskap, felagsanda og samanhald

VIT BJÓÐA:
• tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í skiftandi vaktum
• eitt starv, har viðurkenning og relatiónsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning
• ein stovn í náttúruumhvørvi, har útilív, rørsla og túrar eru ein partur av dagligdegnum
• ein góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovum og má tola broytingar.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi týsdagin 1. januar 2019, og viðmerkja „Umsókn til Býlingshúsið undir Fjalli“.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Annu Dalsgaard, stovnsleiðara á telefon 318525 ella 722212.



Les meira