Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Brúnni

Býlingshúsið undir Brúnni


Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Brúnni eftir námsfrøðingum.

Søkja vit eftir trimum námsfrøðingum

  • einum námsfrøðingum til vøggustovu
  • einum námsfrøðingi til barnagarðin
  • einum námsfrøðingi til serligan tørv

Tímatalið kann tillagast.

Til at byrja skjótast til ber, um ongin námsfrøðingur søkir, hava onnur fakfólk og hjálparfólk við royndum, framíhjárætt.

Hvørji eru vit?
Býlingshúsið undir Brúnni er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum 0-7 ár. Tvær vøggustovur eru uppiá og tvær barnagarðsstovur eru niðriundir. Námsfrøðiliga arbeiða stovurnar í góðum, tøttum, nærløgdum relatiónum við børn og foreldur, so at børnini trívast og mennast í einum rúmligum umhvørvi, har spælið hevur stóran týdning.

Vit hava ein stóran og fjølbroyttan garð, við vallalendi og eini rennandi á. Garðurin gevur barninum nógvar og góðar avbjóðingar bæði rørsluliga og náttúruliga. Børnini fáa tíð og frið til spæl, so tey kunnu undrast og »fordjúpa« seg. Vit liggja í einum friðarligum øki, hava stutta leið út í fríu náttúruna og vit hava gott bussamband til allan býin.

Vit vænta av tær, at tú

  • ert blíð, fyrikomandi og hevur eitt gott yvirlit
  • hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
  • ynskir at vera ein partur av einum dugnaligum starvsfólkatoymi
  • við tínum dugna og fleksibiliteti ert við til at stuðla undir okkara trivnað, menning og samstarv fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum

Hettar so at ØLL bæði børn, foreldur og starvsfólk vera sædd, hoyrd og tikin í álvara.

Vit bjóða tær eitt týdningarmikið starv

  • har fyrireikingartíð er skemaløgd
  • har viðurkenning og góðar relatiónir er grundarlagið fyri trivnaði, menning og samstarvi, fyri tí einkulta barninum, foreldrunum og starvsfelagum.
  • har relatiónsarbeiði, spæl og fordjúpilsi hjá barninum, hevur stóran týdning
  • har menningin av tí einstaka barninum, er ein týðandi partur í dagligdegnum
  • fjølbroyttar og spennandi avbjóðingar í dagligdegnum
  • har foreldrasamstarv hevur stóran týdning
  • har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 3. januar kl. 12.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið, og stovnin, við at venda sær til Eyð Skúvadal, Stovnsleiðara, telefon 31 91 80 ella 51 04 90 og við at vitja heimasíðu okkara www.undirbrunni.fo



Les meira