NÁMSFRØÐINGAR TIL BÝLINGSHÚSIÐ INNI Á GØTU

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið Inni á Gøtu eftir trimum námsfrøðingum.

VIT SÓKNAST EFTIR
Einum námsfrøðingi til barnagarð at byrja 15. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar ella eftir nærri avtalu
Tveimum námsfrøðingum til okkara nýggju vøggustovu at byrja 1. februar 2019 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar ella eftir nærri avtalu.

Ert tú fakliga væl fyri, ágrýtin, skapandi, og vilt tú virka fyri einum góðum gerandisdegi hjá fyri børnini? So hava vit starvið til tín.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

VIT VÆNTA, AT TÚ
• megnar at virka í góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
• hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
• ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• tekur ábyrgd og hevur yvirlit
• flytur teg við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum
• er sjálvstøðug/-ur og torir at taka avgerðir
• megnar eitt fjølbroytt arbeiðsøki á stovninum

VIT BJÓÐA
• eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
• eitt starv, har tú fær møguleika at seta tín dám á gerandisdagin, har leisturin er námsætlanin
• eitt starv, har eingin dagur er eins.

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Poulu Eidesgaard, stovnsleiðara, telefon 217701.

UMSÓKN
Umsókn saman við lívsrensli og prógvi sum námsfrøðingur skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 7. januar 2019.



Les meira