Námsfrøðingar til Býlingshúsið á Norðasta Horni

Býlingshúsið á Norðasta Horni


Søkt verður eftir einum námsfrøðingi, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna í barnagarði. Starvið byrjar 1. februar 2022, ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, 20-25 tímar um vikuna, til serstaka uppgávu, at seta sum skjótast. Starvið er tíðaravmarkað til 30 apríl 2022. 

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett.

Vit bjóða
eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum

Vit vænta

  • At tú dámar at vera úti
  • At tú gevur títt íkast, í at brúka okkara natúru og mentan sum námsfrøðiligt amboð
  • At tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • At tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • At tú leggur dent á samstarv og trivna fyri øll

Setunarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum

Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 21 09 06, ella við at hyggja inn á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/nordastahorn

Umsókn
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 2. januar 2022.



Les meira