Námsfrøðiligur ráðgevi til Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna


Tórshavnar kommuna søkir vegna Barna- og ungdómsdeildini eftir einum námsfrøðiligum ráðgeva at starvast 25 tímar um vikuna. 

Starvið
Starvið er partur av einum toymi á Barna- og ungdómsdeildini, sum veitir námsfrøðiliga ráðgeving og sparring til starvsfólk á dagstovnunum í kommununi. Virksemið tekur støði í konsultativum og viðurkennandi tilgongdum, sum stuðla starvsfólkunum í teirra inklusiónsarbeiði, ítøkiligum námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tiltøkum og menningarætlanum.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við hollum námsfrøðiligum grundarlagi, ið bæði hevur vitan og persónligar dygdir til at kveikja og ganga undan í arbeiðinum at menna praksis.

Tann, ið settur verður skal hava

  • námsfrøðiliga útbúgving
  • viðkomandi royndir og eftirútbúgvingar, gjarna innan sernámsfrøðiliga økið
  • áhuga í menning av námsfrøðiligum amboðum og tilgongdum í mun til børn við serligum avbjóðingum
  • førleika at kveikja og geva íblástur
  • áhuga og hegni at arbeiða tvørgeiraligt

Vit bjóða

  • eitt áhugavert og fakliga stimbrandi arbeiðsumhvørvi
  • eldhugaðar starvsfelagar
  • fjølbroyttar fakligar avbjóðingar
  • førleikamenning eftir tørvi

Starvs- og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið, KAF og Føroya Pedagogfelag á lønarstigi 17-24.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita við at venda sær til Birgit Debess, toymisleiðari, telefon 30 20 10.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 9. januar 2022. Umsóknin verður send til torshavn@torshavn.fo undir frámerkinum »Námsfrøðiligur ráðgevi«.

—————

Dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu er skipað undir Trivnaðarstjóranum og víðari undir leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Dagstovnaøkið er býtt í fýra eindir, skipað við 4 eindarleiðarum, 36 dagstovnaleiðarum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk, og umleið 3.000 børn og ung eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini.

Námsfrøðiliga ráðgevingin er skipað í einum toymi við fýra ráðgevum og einum dygdarmennara undir einum fakligum toymisleiðara á Barna- og ungdómsdeildini.



Les meira