Námsfrøðilig starvsfólk til Frítíðarskúlan á Fløtum

Frítíðarskúlin á Fløtum


Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Fløtum eftir trimum ágrýtnum starvsfólkum, bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum, at byrja 15. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Størvini eru millum 20-30 tímar um vikuna.

Vit ynskja umsøkjarar, sum

  • vilja og megna at verða nærverandi í spæli við børnunum
  • vilja og megna at geva børnunum ein innihaldsríkan dag
  • eru ágrýtnir, initiativríkir og vísa hetta í verki
  • eru sjálvstøðugir, álítandi, taka ábyrgd og hava gott yvirlit
  • eru áhugaðir og hava hegni til rørsluligt námsfrøðiligt virksemi
  • tola at flyta arbeiðsøkið innanhýsis á stovninum
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða

  • ein stóran frítíðarskúla við alskins møguleikum
  • eitt arbeiðspláss við ymiskleika og dygd
  • toymisarbeiði
  • samstarv

Um okkum
Í frítíðarskúlanum eru børn úr forskúla, 1. og 2. flokki úr skúlanum á Fløtum. Náttúrustovnurin Spírin og ein námsfrøðilig serstova eru ein partur av stovninum.

Vit leggja dent á frítíðina hjá børnunum. Tá ið barnið er í frítíðarskúla, er talan um frítíð hjá barninum, har vit leggja stóran dent á, at virksemið er skipað í góðum spæliumhvørvi.

Við ábyrgd, vegleiðing og virknum starvsfólkum, hava børnini møguleika sjálv at ráða yvir frítíðini í frítíðarskúlanum.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag / Hjálparfólkafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 3. januar 2022.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Hanna Thøgersen, stovnsleiðara, á telefon 28 28 50 ella hannast@torshavn.fo – sí meira um stovnin á saf.fo/fritidarskulin



Les meira