Móttøkulærlingur til Hotel Føroyar

Gist & Vist


Ert tú okkara nýggi móttøkulærlingur?
Hotel Føroyar leitar eftir einum tænastusinnaðum móttøkulærlingi at byrja skjótast gjørligt.

Tínar uppgávur sum móttøkulærlingur fevna um
∙ Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
∙ At inn- og útskriva gestir
∙ At samskifta við gestir í skrift og talu
∙ At hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum
∙ Ymiskt fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú
∙ Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt – onnur mál afturat eru ein fyrimunur
∙ Hevur góðar telduførleikar
∙ Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
∙ Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
∙ Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráskiftandi umhvørvi
∙ Hevur ein jaligan hugburð og ert ágrýtin
∙ Ert strukturerað/ur og umhugsin

Lærutíð
Vit kunnu bjóða tær eitt gott lærupláss á størsta hotellinum í Føroyum, góða upplæring í lærutíðini umframt fittar og dugnaligar starvsfelagar.

Umsóknarfreist
15. januar 2024.
Umsóknir og spurningar til lærutíðina kunnu sendast
til tanja@hotelforoyar.fo



Les meira