Montørar til Rakstrardeildina hjá SEV

SEV


SEV sóknast eftir tveimum montørum til Rakstrardeildina. Á Rakstrardeildini starvast í løtuni  26 fólk, sum hava drúgvar royndir innan háspenningsøkið. Rakstrardeildin røkir uppgávur um allar Føroyar, og tí arbeiða starvsfólkini á deildini runt alt landið. Uppmøtingarstaður er Tórshavn.


Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum elektrikari ella aðra eltekniska útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan háspenningsøkið. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir.

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert væl fyri kropsliga.

Uppgávur
Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur sum t.d. nýgerð og viðlíkahald av há- og lágspenningsnetinum. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um skiftandi arbeiðstíðir og nakað av ferðing.

SEV
SEV bjóðar tær:

  • Upplæring
  • Ávirkan á egið arbeiði
  • Viðkomandi skeið

Løn
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jón Nielsen, leiðara á Rakstrardeildini, á telefon 34 68 00. Umsóknarfreistin er 27. januar 2019.

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv(at)sev.fo

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 160 fólk starvast  í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.



Les meira