Miðla- og samskiftisfólk til Eysturkommunu

Eysturkommuna


Eysturkommuna er ein vakstrardepil í Føroyum við einum fjølbroyttum vinnulívi og nógvum mentanarvirksemi innan tónleik, ítrótt, átrúnað, list o.a.

Vit leggja stóran dent á opinleika og gjøgnumskygni og tí er týdningarmikið at borgarar og vinnulív eru væl kunnað um tað, ið fyriferst í kommununi.

Tí søkir Eysturkommuna eftir einum miðla – og samskiftisfólki at arbeiða parttíð.

Uppgávurnar eru m.a.

– Røkja heimasíðuna og Facebook hjá kommununi
– Miðla tíðindi hjá kommununi
– miðla tíðindastubbar um tiltøk í kommununi
– miðla og skriva um mentanarvirksemi innan tónleik, ítrótt, átrúnað, list o.a.
– Ymiskt

Um hetta hevur tín áhuga, ert tú vælkomin til eitt prát við okkum á Jobmatch



Les meira