Maskinsmiður/Maskinistur til J & K Petersen Contractors á Glyvursnesi

J & K Petersen Contractors


Søkt verður eftir maskinfakligum smiðum til okkara virksemið á Glyvursnesi.
Vit hava tørv á persónum við maskinfakligum royndum, og sum hava yvirlit yvir amboðunum, ið brúkt verða í verkætlanini og sum dugir at fáa tann mekaniska partin í verkætlanini at koyra optimalt.

J & K Petersen ynskir at hava eitt vælvirkandi verkstað á Glyvursnesi, tá verkstaðsparturin er ein fyritreyt fyri einum vælsmurdum maskinaríði.

Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru: viðlíkahald og eftirlit við maskinútbúnaðinum. Vit hava nýggj amboð til grótarbeiði, ið krevja regluligt eftirlit. Tí kemur tú at vera partur av viðlíkahaldspartinum í allari verkætlanini.

Umframt nýggju maskinurnar eru aðrar verkstaðsuppgávur eisini at loysa.

Starvsfólkaprofilur

Vit ynskja at tú:

  • Dugir at seta teg inn í nútímans tekniska útgerð
  • Taka neyðugar avgerðir
  • Ert greið/ur í ger og talu
  • Innganga í toymisarbeiði
  • Dugur væl at leggja arbeiðið til rættis
  • Ert røkin

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Tó skal tann ið settur verður, til tíðir tola stórt arbeiðstrýst og brynja seg til langar arbeiðsdagar.

Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo

Starvið verður sett so skjótt vit finna tann rætta persónin.

Um spurningar eru í sambandi við starvið ert tú vælkomin at tosa við Eyðfinn Lenvig, tekniskan stjóra á tlf. 585002 ella við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J&K Petersen
J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 200 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.



Les meira