Maskinmeistari til kontrollrúmið á Fossáverkinum

SEV


Vit sóknast eftir maskinmeistara til at stýra elframleiðsluni í meginøkinum, at byrja skjótast til ber.

Starvið

Sum vakthavandi á Fossáverkinum stýrir tú el-framleiðsluni í meginøkinum og býtinum ímillum framleiðslu við vindi, vatni og olju. Harumframt er vakthavandi á Fossáverkinum koplingarleiðari fyri háspenningsskipanina í meginøkinum. Arbeiðsstaðurin er í kontrollrúminum á Fossáverkinum í Vestmanna.

Arbeiðið fevnir eisini um rakstur og hald av Fossáverkinum – bæði sum dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Á Fossáverkinum eru tvær turbinur á tilsamans 6,3 MW. Fossáverkið hevur eisini um hendi samskipanina av framleiðsluni á niðan fyri standandi vatnorkuverkum og vindmyllulundum:

•     Mýruverkið við einari turbinu á 2,4 MW

•     Heygaverkið við einari turbinu á 4,9 MW

•     Eiðisverkið við trimum turbinum á tilsamans 21,7  MW

•     Vatnturbinan á Strond á 1,4 MW

•     Seks vindmyllur í Neshaga á tilsamans 4,65 MW

13 vindmyllur í Húsahaga á tilsamans 11,7 MW
Talan er sostatt um tilsamans átta vatnturbinuaggregat og 19 vindmyllur við einum samlaðum mátti á 53,05 MW.

Fyri at kunna røkja starvið, er krav, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv. Harumframt er koyrikort til persónbil neyðugt.

Umráðandi er, at tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og at tú trívist við at vera einsamallur á vakt ein stóran part av tíðini.

SEV

Vit bjóða:

ávirkan á egið arbeiði
fakliga menning
viðkomandi skeið

Løn

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið í 12. lønarflokki.

Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.

Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðbjørn F. Petersen, verkmeistara á Fossáverkinum tel. 286901, Jón Nielsen, deildarstjóra fyri net, tel. 210464 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleðslu, tel. 218419.

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Elfelagið SEV

Postrúm 319

FO-110 Tórshavn

Att: Bergtóra Høgnadóttir

Ella: starv@sev.fo

Umsóknir skulu verða SEV í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. januar 2020.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

 



Les meira