Maskinlærlingur til Petur Larsen

Petur Larsen


ER MASKINARÍIÐ Í LAGI?

Elskar tú at bretta ermarnar upp og at fáast við at skrúva, dreya og snøgga til? So er at lesa víðari. Petur Larsen søkir eftir lærlingi við mekaniskum gávum.

Ein maskinlærlingur er so avgjørt ikki hvør sum helst. Vit vita, at tú:
•    arbeiðir sum eitt ótt og ikki stendur hendur í lumma.
•    ert handafim/ur og ikki bangin fyri tí skitna undir negluni.
•    ert ágrýtin og tekur um endan.
•    tekur við læru og dugir at læra frá tær.
•    dugir at samstarva og at arbeiða sjálvstøðugt.
•    Dugir at biðja um hjálp, tá tað er neyðugt.
•    dámar væl at ferðast – bæði heima í Føroyum og uttanlands.

Um Petur Larsen
Tá tú arbeiðir hjá okkum lærir tú eina rúgvu – um fakið og teg sjálva/n. Hetta er eitt óhátíðarligt arbeiðsumhvørvi, har tínir starvsfelagir eru niðri á jørðini – samstundis sum arbeiðið verður tikið í ramasta álvara. Og sjálvandi bjóða vit tær eftirlønar-, trygginar- og matarskipan. Harafturat kunnu vit reypa av, at Petur Larsen er einasti góðkendi BAADER-partnari í Føroyum. Vit leggja stóran dent, nei – strika tað, vit leggja ALLAN dent á at veita ALLARBESTU góðsku til kundar okkara – her heima og í útlandinum. So er tað sagt.

Og hevur tú lisið heilt her oman, so kunnu vit tað sama koma til stykkis: Set teg í samband við okkum á Jobmatch og avtala eina tíð til eitt prát.



Les meira