MASKINKØNT FÓLK TIL FØROYAPRENT

Føroyaprent


Ert tú fittur í fingrunum og ræðist ikki at skrúva á einari maskinu? So er tað kanska tær vit sóknast eftir. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv, har uppgávan er at viðlíkahalda og passa maskinparkina til framleiðslu okkara. Vit vænta ikki, at tú kennir okkara maskinur út og inn, men vit vita at týdningarmiklasta amboðið er áhugi og forvitni.

Føroyaprent er Føroya størsta prentsmiðja, og okkara fremsta uppgáva er at lata vøruna til tíðina og í góðari góðsku. Tín leiklutur verður at tryggja, at maskinurnar koyra tá ið á stendur, og at tú eisini um maskinsteðgur er, ert til reiðar at tørna til.

Vit bjóða

· Eina fyritøku í menning
· Spennandi arbeiðsuppgávur
· Eitt gott arbeiðsumhvørvi
· Góðar arbeiðsumstøður
· Kappingarføra løn
· Fjølbroyttan arbeiðsdag

Talan er um starv, har tú verður partur av einum toymi og loysir uppgávurnar í tøttum samstarvi við dugnaligar starvsfelagar. Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Uppgávurnar eru millum annað

· Ábyrgd og viðlíkahald av maskinunum á virkinum
· Innstilla maskinur og aðrar uppgávur í samband við maskinur og tól
· Leggja uppgávur til rættis í samstarvi við framleiðsluleiðaranum

Vit vænta, at tú

· Ert fyrikomandi
· Dugnalig/ur at leggja ætlanir
· Hevur góð samstarvsevnir
· Ert ágrýtin
· Sært spennandi avbjóðingar heldur enn forðingar
· Hevur hug og kunnleika at arbeiða við maskinum

Tað er ein fyrimunur at hava royndir og/ella viðkomandi útbúgving.

Setanarviðurskifti

Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast gjørligt. Vanligur arbeiðsdagur er frá kl. 8 til 16. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Vit vilja fegin hava tína umsókn sum skjótast og í seinasta lagi hin 17. januar 2023. Vit viðgera umsóknir tá vit fáa tær og starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn kann sendast við telduposti starv@foroyaprent.fo.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jon Hestoy, stjóra. Telefon 594555 ella við telduposti til hestoy@foroyaprent.fo.

Føroyaprent er ein nútímans fyritøka á øllum økjum. Føroyaprent hevur greiðan málsetning um at vera best á sínum øki, og setur ein heiður í at náa hesi mál, bæði innan tøkni, tænastuveitingar og á starvsfólkaøkinum.



Les meira