Maskinfólk til smoltstøðina á Viðareiði

Bakkafrost


Dámar tær at arbeiða við stýringum, tekniskum útbúnaði og vanligum maskinarbeiði, sum er við til at tryggja djóravælferðina hjá okkara fiski, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til tekniska toymið á smoltstøðini á Viðareiði.

Arbeiðsøki

Sum maskinfólk fert tú at starvast í einum toymi, sum virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt, sum verður sett út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. Tú fært góða upplæring í starvinum og fert at røkja fylgjandi uppgávur:

  • Viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiða við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldsskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi handverkaraarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Tú fert at fáast við alt vanligt maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, viðlíkahald og umvæling.

Talan er um fulltíðar starv, sum er 40 tímar um vikuna umframt tilkallivakt ca. triðju hvørja viku.

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinmeistari, eletrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi og hevur áhuga fyri at arbeiða við livandi djórum. Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða

Starvið sum maskinfólk er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einum dynamiskum umhvørvi. Vit leggja stóran dent á at hava eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi og bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Maskinmeistarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Meira at vita?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigurð Jacobsen, formann, á tel. 23 50 88, t-post sija@bakkafrost.com ella Thorstein Vang, leiðandi maskinmeistara, á tel. 23 52 37, t-post thva@bakkafrost.com

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta HER. Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er mánadagin 5. januar 2022.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

 



Les meira