MASKINFØRARI TIL ARTICON

ArtiCon


Vegna økta virksemið leita vit eftir einum maskinførara til gravimaskinu at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsøki
Tú kemur at koyra gravimaskinur og arbeiða í ymiskum verkætlanum runt landið.

Tína vangamynd
Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssamur, røkin, álítandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir sum maskinførari, men tó eingin treyt.

Vit bjóða
Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, verkætlanarleiðara, á telefon 216122 ella til Hera Kjærbo, HR-leiðara, á tlf. 286171.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt og skulu sendast til starv@articon.fo

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 290 fólk.



Les meira