Málsviðgeri til Útgjald

Almannaverkið


Á deildini Útgjald í Almannaverkinum er eitt starv sum málsviðgeri leyst at søkja.

Um starvið
Talan er um eitt fast starv fulla tíð at seta 01.01.23 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri niðursettari tíð. Starvsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Sum málsviðgeri á deildini Útgjald fert tú í høvuðsheitum at arbeiða við málsviðgerð av pensjónum í pensjónstoyminum. Sum frá líður fert tú at læra at arbeiða við flestøllum uppgávum á deildini.

Førleikar
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving (skrivstovuútbúgving ella líknandi) og hegni til málsviðgerð.

Væntanir
Vit vænta, at tú

  • hevur viðkomandi royndir
  • hevur evni og hug at læra nýtt
  • hevur evni til at arbeiða við teldu
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt, vísa nærlagni og ábyrgd
  • hevur evni at samstarva og samskifta við okkara viðskiftafólk og onnur
  • ert fleksibul

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Viðskiftadeplinum í deildini Útgjald. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 06.12.2022 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Palla Mortensen, deildarleiðara, á tlf. 347095.

Um deildina Útgjald
Á deildini Útgjald verða flest øll útgjøld frá Almannaverkinum til borgaran avgreidd. Hvønn mánað verða rindaðar 16.000 veitingar upp á til samans 90-100 mió. kr. Deildin umsitur pensjóns-, dagpeninga-, forsorgar- og barnagjaldsveitingar. Deildin málsviðger umsóknir um fólkapensjón, sjúkradagpening, hjálparráð, familjuískoyti, barnagjøld og stuðul til uppihaldspening. Eisini umsitur deildin norðurlendska arbeiðsmegi. Journal og móttøka hoyra harumframt til deildina. Á deildini starvast 23 fólk.



Les meira