LESANDI

ArtiCon


Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin samstarva við lesandi, ið eru undir hægri lesnaði

ArtiCon bjóðar millum annað

  • Starvsvenjing
  • Summarstørv
  • Samstarv í sambandi við lestraruppgávur
  • Lærupláss at nema sær eina grundútbúgving
  • Starvsvenjing

Starvsfólkahópurin hjá ArtiCon er breitt samansettur, og tí eru møguleikarnir fyri starvsvenjing nógvir. Vit bjóða starvsvenjing fyri lesandi innan verkfrøði, byggifrøði, landmáting, búskaparfrøði, HTU og HR.
Vit hava góðar royndir av at samstarva við lesandi yvir styttri og longri tíðarskeið, og dentur verður lagdur á, at báðir partar fáa sum mest burturúr.

Vit lýsa javnan eftir starvsnæmingum, og harumframt ert tú altíð vælkomin at senda okkum eina sjálvbodna umsókn.

Summarstarv

ArtiCon bjóðar javnan lesandi inn at starvast í einum løntum summarstarvi. Sum lesandi hevur tú møguleika at gerast nógvar royndir ríkari, samstundis við, sum tú kann vinna tær eina góða inntøku.

Skriva tína uppgávu saman við okkum

Manglar tær íblástur, ella manglar tær eina “case” til tína verkætlan, tína bacheloruppgávu ella tína høvuðsritgerð, vilja vit fegin hjálpa tær ávegis.

Vit stremba altíð eftir at menna okkum fakliga, og vit virðismeta tí samstarvið við lesandi. Tín verkætlan ella uppgáva kann hjálpa okkum at menna okkara framleiðslu og byggiloysnir, og harvið kann tín vitan leggja lunnar undir ítøkiligan vøkstur.

Ert tú áhugað(ur) í at samstarva við ArtiCon um tína komandi uppgávu, kanst tú seta teg í samband við HR-leiðaran.

Kom og møt ArtiCon!

ArtiCon luttekur javnan í starvstiltøkum bæði í Føroyum og uttanlands. Vit luttaka fast á Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og harumframt eru vit javnan at hitta á hægri lærustovnum og øðrum starvstiltøkum. Kom og møt okkum og hoyr, hvussu tú kann byrja tína starvsleið hjá ArtiCon.

Samband

Ert tú lesandi og vilt hoyra meira um tínar møguleikar hjá ArtiCon?
Set teg í samband við:

HR-deildina

Telefon + 298 286171

starv@articon.fo



Les meira