Lesandi og áhuga fyri HR?


Starvsfólkadeildin á Føroya Tele leitar eftir tveimum lesandi, sum hava hug at koma í starvslæru hjá okkum

Hevur tú hug at royna teg í einari framkomnari, tekniskari fyritøku, ið vil vera best á øllum økjum? Vit kunnu bjóða eina fjølbroytta, avbjóðandi og spennandi starvslæru, ið leggur lunnar undir bæði fakliga og persónliga menning.

Hvat kanst tú vænta?
Saman við HR- og marknaðarstjóranum og HR-ráðgevanum, fært tú møguleika at mynda og røkja uppgávur á starvsfólkaøkinum, har starvslesandi í felag serliga fara at arbeiða við:

At tilrættisleggja og menna leist og tilfar til eina leiðsluhondbók
At endurskoða og menna tilgongdir í mun til on-boarding í Føroya Tele samtakinum
Umframt ítøkjuligu uppgávurnar, fer starvslæran at fevna breitt í mun fyrisitingarligar uppgávur og innanhýsis samskifti.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert undir viðkomandi útbúgving, og hevur áhuga og áræði at arbeiða við HR í einum fjølbroyttum samtaki. Vit hava í væntu, at tú ert fakliga stinn/ur og fer til uppgávur við nærlagni. Tú dugir væl at orða í skrift og talu, og ert framtakshugað/ur. Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir, men samstundis dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.

Samband
Tíðspunkt fyri starvslæruna verður ásett eftir nærri avtalu, og starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Starvslæran er ólønt, og vit ímynda okkum, at hon er 3-6 mánaðar til longdar. Hevur starvslæran tín áhuga, ert tú vælkomin at senda ein fyrispurning til Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo, ella seta teg í samband við:

·        Evu Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóra, á tel. 243007 ella esn@ft.fo

·        Rakul S. Róadóttir, HR-ráðgeva, á tel. 243006 ella rsr@ft.fo

Stutt um Føroya Tele
Kundin verður settur í miðdepilin í øllum okkara virksemi og málið er at veita øllum føroyingum einfalt samskifti. Okkara tænastur skulu kennast einfaldar fyri kundan.

Hetta merkir tó ikki, at tær eru einfaldar fyri starvsfólkini. Tvørturímóti, er Føroya Tele helst millum mest avbjóðandi og fjølbroyttu fyritøkur at starvast hjá í Føroyum. Okkara áleið 200 starvsfólk umboða alskyns útbúgvingar og starvsgreinar innan eitt nú verkfrøði, teldufrøði, handil, búskap, samskifti, marknað, roknskap og tænastu. Felagsnevnarin er dugnalig starvsfólk við fakligari dygd, og sum støðugt menna seg í tráð við marknaðarlig og tøknilig rák.



Les meira