LEIÐSLU – OG ORGANISATIÓNSMENNARI

Tórshavnar kommuna


Vit søkja ein starvsfelaga til ráðgevaratoymið á Starvsfólkadeildini í Tórshavnar kommunu, til uppgávur innan leiðslu og organisatiónsmenning og sum kann ráðgeva í og leiða menningarátøk

UPPGÁVUR
Starvsøkið fevnir í høvuðsheitum um uppgávur innan leiðslumenning, rekruttering, ráðgeving og sparring við leiðarar, fyriskipan og íverksetan av menningarátøkum, átøk í mun til arbeiðsumhvørvi umframt uppgávur innan starvsfólkaøkið sum heild.

VIT ÍMYNDA OKKUM AT TÚ

· hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni og hevur starvsroyndir innan leiðslu og organisatión
· hevur góða heildarfatan og dugir at umseta tína vitan til ítøkiligar støður í gerandisdegnum
· kanst geva virðisskapandi sparring til leiðarar
· dugur væl at leggja fram og ert greið/ur í skrift og talu
· kanst seta saman og undirvísa á innanhýsis skeiðum
· hevur góða fyrisitingarliga fatan
· ert liðspælari og luttekur aktivt í tvørfakliga arbeiðinum á deildini

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er lønt og sett sambært sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn við lívsgongdarlýsing skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. Januar 2022.

Umsóknin skal merkjast Leiðslu- og organisatiónsmennari.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elsu Johonnu Høgenni, starvsfólkaleiðara, á 214562 ella 302010. Á starvsfólkadeildini loysa vit okkara uppgávur hvør sær og saman. Vit leggja dent á fakligheit og tvørfakliga sparring

Í starvi hjá Tórshavnar kommunu ert tú hvønn dag við til at ávirka, menna og mynda ein nýmótans og framkomnan norðurlendskan høvuðsstað. Tað er her, tíni evni verða nýtt til fulnar, og tínir førleikar virðismettir og mentir. Tí vit eru Tórshavn. Vit eru virkin og vakin.



Les meira