Leiðari til Virkisdeildina

Landsverk


Nýggja Virkisdeildin á Landsverki fevnir um alt okkara fjølbroytta virksemi kring landið. Á deildini starvast í alt 90 fólk, ið fáast við rakstur og viðlíkahald av landsvegakervinum, smiðjuarbeiði, asfalt- og skervframleiðslu og umsiting av tyrlupallum á útoyggj.

Arbeiðsuppgávur
Sum leiðari á Virkisdeildini ert tú partur av leiðslutoyminum og hevur ábyrgdina av at leiða, samskipa og menna raksturin og viðlíkahaldið á infrakervinum og á framleiðsluøkinum. Somuleiðis at syrgja fyri, at maskinur og amboð altíð eru í góðum standi. Rætta fólkinum kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og áhugavert starv.

Landsverk luttekur í fleiri norðurlendskum samstørvum, millum annað í Norðurlendska Vegasambandinum, har tú ætlandi fert at luttaka.

Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin verkfrøðingur, maskinmeistari ella líknandi, hevur leiðsluroyndir og gott tekniskt innlit. Royndir innan oman fyri nevndu økir er ein fyrimunur. Starvið ber í sær breitt samskifti við aðrar deildir á Landsverki eins og við bæði kommunur, arbeiðstakarar og veitarar. Tað er tí týdningarmikið, at tú ert kundavinarligur, uppsøkjandi, hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar, og at tú evnar at samstarva við fólk við ymsum áhugamálum.

Sum persónur dámar tær væl at ganga undan, eins og tú ert savnandi og skapar eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi kring teg. Tað er týdningarmikið, at tú arbeiðir skipað, hevur yvirlit og góð greiningarevnir. Tú dugir at sameina langtíðar strategiska arbeiðið við dagliga raksturin og fært mest møguligt burtur úr økinum. Harafturat dugir tú at býta arbeiðið, leiða fólk við ymiskum førleikum, og at leiða gjøgnum aðrar leiðarar.

Umsøkjarar verða mettir eftir bæði fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. januar 2020.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, umvegis teldupost: sila@lv.fo ella við at ringja tel. 290 801.



Les meira