LEIÐARI TIL ÚTBÚNAÐARDEILDINA HJÁ ARTICON

ArtiCon


Kundi tú hugsað tær at leitt okkara amboðs- og maskinpark?
Útbúnaðardeildin hevur ein týdningarmiklan leiklut í virkseminum hjá ArtiCon. Útbúnaðardeildin tryggjar, at dygdin á okkara útbúnaði altíð er tann besta hjá okkara starvsfólki at nýta.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdir hjá leiðaranum eru m.a.:

  • Daglig leiðsla av útbúnaðardeildini
  • Keyp, sølu, rakstur og umsiting av maskinum, bilum og amboðum
  • Samskipan og albøting av nýtsluna av útbúnaðinum
  • Standa á odda fyri menningini av útbúnaðardeildini
  • Dagføra viðkomandi politikkir á deildini
  • Vangamyndin hjá nýggja leiðaranum er:

Tú er tænastusinnaður, miðvísur og vil náa úrslitum

  • Tú er røkin
  • Tú hevur góð evnir at samskifta.
  • Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, eins og tú er góður at samstarva við.
  • Tú dugir at arbeiða yvirskipað og er langskygdur
  • Ynskiligt er, at tú hevur kunnleika til Office-pakkan og Navision, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit bjóða eitt nýmótans arbeiðspláss. Starvsfólkini brenna fyri sínum uppgávum og eru sera dugnalig. Aðalmál okkara eru at skapa dygd, trygd og trivnað – fyri okkum, ið starvast í felagnum, eins væl og tey, sum vit samstarva við.

Tú hevur góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum og annars eftir nærri avtalu.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson, stjóra, á tlf. 210683.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. januar 2022. Vit ynskja, at tú byrjar skjótast gjørligt í starvinum.

Tú søkir starvið HER

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.



Les meira