Leiðari til Starvsfólkadeildina

Landsverk


Brennur tú fyri leiðslu og starvsfólkamenning,  er tað møguliga tær, vit leita eftir til starvið sum starvsfólkaleiðari á Landsverki.  

Arbeiðsøki
Sum almennur byggiharri og vegamyndugleiki ynskir Landsverk at ganga á odda innan bæði kunningartøkni, byggitøkni, løgfrøðiliga rætta fyrisiting og HTU. Nýggja Starvsfólkadeildin verður ein fjølbroytt deild, sum skal veita stovninum tænastur innan millum annað starvsfólkamenning og -umsiting, løgfrøðiliga ráðgeving, KT og HTU, heilsu, trygd og umhvørvi. 10 fólk starvast á deildini.

Starvsfólkaleiðarin fær ábyrgdina av at leiða, menna og samskipa virksemið á Starvsfólkadeildini. Tú verður partur av leiðslutoyminum við ábyrgd av at gera strategiskar ætlanir fyri og samskipa fakligu og persónligu menningina av starvsfólkatilfeinginum á Landsverki. Rætta fólkinum kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og sera áhugavert starv, har tú sjálv/-ur fært møguleikan at leggja alt starvsfólkaøkið til rættis .

Afturat hesum luttekur Landsverk  í fleiri norðurlendskum samstørvum, har tú væntandi fert at luttaka.

Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, og vit ímynda okkum, at viðkomandi hevur góð samstarvsevnir, er før/-ur fyri at eggja og ganga undan, arbeiðir sjálvstøðugt og gevur íkast til menningina av arbeiðsplássinum. Tú dugir at leiða fólk við aðrari serfrøði, sært møguleikar í fólki, og hevur serligan áhuga í at síggja tey mennast og vaksa við uppgávuni. Tú hevur ein natúrligan myndugleika og dámar at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Tú ert vælskipað/-ur og hevur serliga góð greiningarevni.

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. januar 2020.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, umvegis teldupost: sila@lv.fo ella við at ringja tel. 290 801.



Les meira