Leiðari til Fíggjardeildina

Landsverk


Er fíggjarstýring tín sterka síða, og hevur tú viðkomandi royndir innan roknskap og leiðslu, er tað kanska tær, vit leita eftir til starvið sum fíggjarleiðari á Landsverki.

Arbeiðsøki

Nýggja Fíggjardeildin tekur sær av fíggjarstýring, bókhaldi og innan- og uttanhýsis játtanareftirliti. Millum annað í sambandi við verkætlanarstýring og rakstrarætlanir. Harumframt hevur deildin ein ráðgevandi leiklut og ger hagtøl.  5 fólk starvast á Fíggjardeildini.

Sum fíggjarleiðari á Landsverki hevur tú ábyrgdina av at leiða, menna og samskipa virksemið á deildini. Starvið er fjølbroytt við stórum avbjóðingum. Tú verður partur av leiðslutoyminum við ábyrgd av eini røð av týdningarmiklum uppgávum fyri allan stovnin. Fíggjarleiðarin er harafturat nærmasti ráðgevi hjá stjóranum í fíggjarspurningum og skal tryggja, at leiðslan til einhvørja tíð hevur best møguligt grundarlag at taka støðu og avgerðir út frá og at virka eftir. Somuleiðis ert tú ein drívmegi í menningini av stovninum.

Landsverk luttekur í fleiri norðurlendskum samstørvum, millum annað í samstarvi millum fíggjarfólk í norðurlendsku vegaverkunum, har tú væntandi fert at luttaka.

Førleikakrøv
Tú hevur gott fíggjarligt innlit og útbúgving innan búskap frá hægri lærustovni. Sum leiðari hevur tú ein natúrligan myndugleika og dámar at ganga undan, eins og tú ert savnandi og evnar at skapa eitt gott og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi. Tú ert vælskipað/-ur og hevur góð greiningarevni. Harafturat dugir tú væl at leiða og býta út uppgávur millum starvsfólkini. Tað hevur somuleiðis stóran týdning, at tú dugir at arbeiða strategiskt, er málsøkin, róligur og hevur neyðturviliga yvirlitið. Ikki minst  tá á stendur.

Umsøkjarar verða  mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing kann sendast umvegis heimasíðuna www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. januar 2020.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, umvegis teldupost: sila@lv.fo ella við at ringja tel. 290 801.



Les meira